Í morgin, 1. sunnudag í advent, verða jólatræið og jólabygdin á Mørkini Miklu á Sandi tendrað.
Á tiltakinum, sum byrjar klokkan 16.30, fer Havstein Klein, sóknarprestur, at tala.
Her verður felagssangur, har Hornorkestrið GHM fer at spæla undir.
Gentukórið á Sandi fer at syngja nøkur løg, og tveir jólavættrar fara at deila út karamellur.
Eftir hetta eru øll hjartaliga vælkomin inn í kommunubygningin til bollar, kakao og sunkist.