Jonas Dal Andersen settur í samband við AB

Nógv bendir á, at fyrrverandi venjari hjá HB skal hjálpa argjamonnum sum ítróttarstjóri

Tað ljóðar, at AB hevur sett Jonas Dal Andersen sum ítróttarstjóra í felagnum. Nú fyrrverandi venjarin hjá HB, hevur eisini sagt at honum hevði ynskt ein annan leiklut enn venjari.

 

In.fo hevur fingið upplýst, at AB hevur samlað nakrar stuðlar saman við tí endamálið, at fáa sett fyrrverandi Superligavenjaran í starv sum ítróttarstjóra. Argjamenn hava eisini verið í nakað av mótvindi í seinastuni, og sum skilst er vónin, at Jonas Dal Andersen kann vera við til at venda hesum.

 

AB er í løtuni nummar fimm næstbestu deildini.