José Mourinho er ímóti graslíkisvøllum

Fenerbahce vann á sveisiska Lugano sum spælir heimadystirnar á graslíki

Portugisiska venjaralegendan, José Mourinho er nú høvuðsvenjari hjá turkiska liðnum, Fenerbahce.

 

Fenerbahce vann ígjár 4-3 á sveisiska liðnum, Lugano á útivølli.

 

Talan var um fyrra dystin i øðrum undanumfarinum í Champions League.

 

Hóast sigurin og góða útgangsstøðið til seinna dystin á heimavølli er José Mourinho ikki fegin.

 

Lugano spælir sínar heimadystir á graslíki, og tað heldur Mourinho ikki er í lagi.

 

- Eg skilji ikki, at UEFA loyvir, at dystir í Champions League vera spældir á graslíkisvøllum, og eg skilji ikki, at eitt so gott lið sum Lugano vil spæla á einum graslíkisvølli. Á graslíki rullar bólturin ikki sum hann eigur at rulla. Segði Mourinho á tíðindafundi aftaná dystin móti Lugano.