Kravið fyri, at Julia skuldi koma við, var ein sonevndur tveykampur á 157 kg. Hetta megnaði hon, tá hon til føroyska meistaraheitið treki 70 kg. og stoytti 87 kg.
Julia hevur vant vektlyfting hjá Stoyt við Pól sum venjara síðan februar í 2022.
- Hon hevur síðan fyrsta dagin lagt nógva orku í sína venjing og hevur stríðst seg fram til hetta flotta úrsliti. Julia venur til dagligt í Suðuroy, men fer summi vikuskiftir til Havnar at venja saman við sínum venjara og øðrum lyftarum hjá Stoyt.
Soleiðis skrivar Stoyt á sínari heimasíðu.
Lagt verður aftrat, at norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar verður hildið í Keypmannahavn í døgunum, 15.-16. november.
##med2##
- Tó, áðrenn Julia fer avstað, hevur hon aðrar kappingar, sum hon skal luttaka í. Um 10 dagar skal hon luttaka í danska meistaraheitinum fyri seniorar. Her er málið hjá henni at lyfta seg fram á eitt bronsu heiðursmerkið.
Umframt at luttaka í danmarksmeistaraheitinum skal Julia Jacobsen eisini luttaka í International Women Weightlifting Grand Prix í Baden í Eysturríki hin 22. august.