Kaj Leo og liðfelagarnir komu á sigursslóðina aftur

Aftaná fýra dystir á rað uttan sigur bragdaði aftur hjá Njarðvík

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík spældu í kvøld dyst á heimavølli móti Leiknir í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Í teimum fýra undanfarnu dystunum hevði Njarðvík bert fingið tvey stig.

 

Njarðvík fekk eina sjokkbyrjan í kvøld. Longu í fimta minutti legði Leiknir seg á odda 1-0.

 

Dominik Radic hjá Njarðvík var tíbetur í hopla í kvøld. Hann skoraði tvey mál undan steðginum, og hann økti til 3-1 í seinna hálvleiki. Reint hattrick. 

 

Seint í dystinum minkaði Leiknir um munin til 3-2, men Njarðvík megnaði at knógva sigurin heim hesaferð.

 

Kaj Leo fekk 80 minuttir á vøllinum í kvøld.

 

Komandi hóskvøld klokkan 20.15 tekur Njarðvík móti Þrótti á heimavølli.

 

Støðan:

 

NummarLiðDystirVJTMál+/-Stig
1Fjölnir1393127:131430
2Njarðvík1373325:17824
3ÍBV1254324:15919
4ÍR1354419:18119
5Keflavík1346317:14318
6Þór1245321:18317
7Grindavík1345421:24-317
8Afturelding1352620:26-617
9Þróttur 1243520:18215
10Leiknir1340915:23-812
11Grótta1324719:32-1310
12Dalvík/Reynir1215612:22-108