Kaj Leo og Martin á sama liði

Ísland: Kaj Leo í Bartalsstovu heldur fram í Njarðík og verður liðfelagi við Martin Klein Joensen

32 ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu hevur gjørt nýggjan sáttmála við íslendska Njarðvík, sum spælir í næstbestu deildini. Gøtumaðurin spældi í seinnu hálvu av farna kappingarári við Njarðvík.

 

Við 28 landsdystum hevur Kaj Leo í Bartalsstovu mangan verið sjónligur í føroyska fótbóltsheiminum, men seianstu tíðina hevur hann ikki verið í landsliðsumhvørvinum.

 

Bóltsnillingurin hevur eisini spælt fyri FH, Val, ÍBV, ÍA og Leiknir, síðani hann skifti til íslendskan fótbólt í 2016. Hann verður nú liðfelagi við Martini Klein Joensen, ið hevur skift frá Víkingi til júst Njarðvík.