Kallitól bresta og yvir 1.000 fólk fáa skaða í Libanon

Yvir 1.000 fólk, teirra millum limir í Hizbollah, hava fingið skaða í Libanon, tá perónlig kallitól sprongdust

Yvir 1.000 fólk, harímillum limir í libanesisku Hizbollah-militiuni, hava fingið álvarsligan skaða, tá kallitól (persónsøkjarar ella bipparar. red) sum tey brúka til at samskifta við, brustu.

Hetta skrivar tíðindastovan Reuters vísandi til eina trygdarkeldu.

Ógreitt er, hvussu nógvir limir í Hizbollah eru við, og hvørjir annars eru millum tey særdu.

Sambært iransku tíðindastovuni Mehr er sendiharrin hjá Iran í Libanon, Mojtaba Amani, millum tey særdu. Hetta skrivar Reuters.

Hvat júst hendi er ógreitt. Sambært tíðindastovuni AFP fóru spreingingarnar fram fleiri staðni í Libanon.

Sambært BBC boðar almenna tíðindastovan í Libanon frá spreingingum í sunnara útjaðaranum av høvuðsstaðnum, Beirut, umframt í fleiri øðrum økjum.

Tríggjar trygdarkeldur siga við Reuters, at kallitólini eru nýggj modell, sum Hizbollah hevur keypt seinastu mánaðirnar. Men tað er ógreitt, júst hvat slag av tólum talan er um.

Sambært AFP eru ongar fráboðanir um andlát.

Ein embætismaður hjá Hizbollah, sum tosar við Reuters, sum vil ikki verða dulnevndur, segði tað vera "størsta trygdarbrotið", sum bólkurin hevur verið fyri í næstan árs langa stríðnum móti Ísrael.

 

##med2##

Tað hendir í eini tíð, har harðligir spenningar eru millum Hizbollah í Libanon og Ísrael.

Hizbollah-rørslan er í valdsmiklastu herdeildini í Libanon. Rørslan hevur gott samband við Hamas.

Dagin eftir álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober, versnaði støðan á markinum til Ísrael, tá Hizbollah skeyt eftir ísraelskum støðum.

Iran er helst størsti fíggindi Ísraels í Miðeystri. Iranska stjórnin er í sambandi við Hamas í Gaza umframt Hizbollah.

Ísraelski herurin hevur ikki gjørt viðmerkingar til hendingarnar.

 

/Ritzau/