Kappróðurin verður ikki í dag

Róðrarsambandið hevur gjørt av at kappróðurin verður útsettur til í morgin, og nú verður roynt at hýsa teimum nógvu hundrað rógvarunum, sum ætlanin nú er skulu rógva í morgin

Tað er ov nógvur vindur at rógva kapp á Trongisvági í dag.

 

Lokalu fyrireikararnir hava syrgt fyri, at alt er klárt at rógva, men tað ber ikki til, tí tað er ov nógvur vindur at rógva kapp á Trongisvági.

 

Kappróðurin er útsettur til í morgin, boða fyrireikararnir nú frá umvegis Kringvarp Føroya.

 

Tað verður roknað við, at vindurin fer at minka nógv til í morgin, og at tað tá fer at bera til at rógva kapp.

 

Ætlanin er nú, at kappróðurin verður somu tíðir í morgin, sum tað var ætlanin, at róðurin skuldi vera ídag.