Keldur: USA fer at senda langtrøkkandi rakettir til Ukraina

Sendir USA langtrøkkandi rakettir til Ukraina, er tað fyrstu ferð, at USA sendir hetta vápnaslag til landið

 

Tvær keldur í amerikanska embætisverkinum siga í dag við tíðindastovuna Reuters, at USA er í ferð við at gera til reiðari ein hernaðarligan hjálparpakka til Ukraina, sum er verdur 2,2 milliardir dollarar.

Tað svarar til umleið 15 milliardir krónur.

Sambært keldunum verður ein partur av pakkanum langrøkkandi rakettir.

Tað verður soleiðis fyrstu ferð, at USA sendir langtrøkkandi rakettir til krígsrakta landið.

Tær báðar keldurnar eru ónevndar, men sambært Reuters eru tær kunnaðar um ætlanirnar hjá amerikonsku stjórnini.

/ritzau/