Kendur sjónleikari doyði í gjár

Vit kenna hana úr fleiri sendirøðum, men hon hevur eisini verið við í fleiri filmum

Kendi sjónleikarin, Kirstie Alley, er deyð, 71 ára gomul. Hon er deyð eftir stutta sjúkralegu av krabbameini, skriva útlendskar fjølmiðlar í morgun.

 

Her heima er hon kanska serliga kend í sendirøðini, Cheers, um barrina hjá Sam, men hon hevur eisini verið við í fleiri øðrum sendirøðum, og filmum.