Landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn spældu í kvøld dyst á útivølli móti Sønderjyske í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Keypmannahavn at fáa tvey stig við sær úr Aabenraa aftaná ein 28-25 sigur. Keypmannahavn var á odda 15-12 í steðginum.
Pernille sum vanliga er effektiv brendi allar sínar tríggjar málmøguleikar, men hon bleiv so noterað fyri eitt assist.
Keypmannahavn er fjórðfremst í deildini við seks stigum.
Í morgin klokkan 12.30 verður føroyingauppgerð. Tá taka Annika Fríðheim Petersen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg móti Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg.