Keypti 28 Teslabilar av misgáum

Stórur áhugi er fyri amerikanska Tesla, og nógv vilja fegin ognar sær hendan lutvíst dýra bilin.

Soleiðis var eisini hjá einum manni í Týsklandi, sum vildi skifta út gamla familjubilin við ein spildur nýggjan Tesla, skrivar Gulf News.

Hann var eggjaður til el-bil eftir at hava sæð eina sending, har hann kundi fáa eyka pengar fyri at sleppa sær av við bensin- ella dieselbilin.

Tað var meðan samfelagið var stongt vegna koronukreppuna, og tann eldri harrin gjørdi av at keypa bilin á heimasíðuni hjá Tesla. Men tað kom klutur í, skrivar blaðið.

Keypið fór ikki ígjøgnum, so týski keyparin bleiv við at trýsta á »keyp«.

Eftir nakrar tímar eydnaðist tað. Men tá hevði hann ikki bara keypt ein bil. Nei, hann hevði keypt 28 bilar!

Prísurin var upp á 1,4 milliónir evrur, 10,5 milliónir krónur.

Tá Tesla varnaðist feiin, fekk maðurin pengarnar aftur fyri teir 27 bilarnar.

/ritzau/