KÍ er á veg til Malmø

Í kvøld eydnaðist tað í Luksemborg at verja 2-0 leiðsluna ímóti FC Déiffendeng 03, sum nakrar minuttir undan steðginum varð undirmannað

Aftur í kvøld átti KÍ málverjin Mark F. Jensen avgerandi leiklut

KÍ fer í hvussu so er í einum umfari aftrat at spæla í Champions League. Tað er greitt, nú dysturin í Luksemborg er liðugur. KÍ vann fyri einari viku síðani 2-0 á heimavølli, og í kvøld endaði tað málleyst í Luksemborg.

 

At tað eydnaðist KÍ at vinna samantalt ber við sær, at eitt nýtt bólkaspæl er ikki so heilt langt burtur.

 

Næsta avbjóðingin í Champions League verður ímóti svenska meistaraliðnum Malmø FF. Fyrri dysturin verður nú týskvøldið í Malmø.

 

Setningurin hjá klaksvíkingum var at verja leiðsluna, og tað var gjørt í 5-4-1 uppstilling. Útgangsstøðan var aftarlaga á vøllinum. Tað var stutt millum keturnar, og tað var tætt millum miðverjarnar og vongverjarnar og millum teir fýra á miðvøllinum.

 

Tvær støður í fyrra hálvleiki vóru heilt avgerandi fyri dystargongdina og úrslitið og harvið fyri, at tað verður KÍ, sum fer at spæla einaferð aftrat í Champions League.

 

Tá ið 10 minuttir vóru farnir, bjargaði Kí málverjin Mark F. Jensen heilt framúr væl. Og ellivu minuttir undan steðginum sá Juan Bedouret beinleiðis reytt kort. Í fyrstu atløgu vísti spanski dómarin gula kortið fyri ógvusliga takling, men VAR vildi hava dómaran at hyggja einaferð aftrat eftir støðuni, og tá broytti hann til reytt kort.

 

Hjá KÍ snúði tað seg um handverkið. Tað var at verja og at royna at varðveita bóltin soleiðis, at heimamenninir noyddust at renna eftir bóltinum og harvið pøsa seg.

 

Tað var lítið hugsað um álopsspælið. Árni, Páll og Claes høvdu verjuuppgávur, og bara einaferð var talan um málmøguleika, tá ið Árni Frederiksberg eftir flatt innlegg úr høgru smekkaði til, og bólturin fór væl omanfyri málið.

 

Heimaliðið hevði bóltin nógv, og heimaliðið vann 10 hornaspørk, meðan KÍ einki hornaspark vann, men talan kendist ikki vera um vandamiklar støður. Í seinna hálvleiki var tað bara einaferð, at tað eydnaðist at stúta ímóti málinum, og tá var eingin trupulleiki hjá Mark F. Jensen at bjarga.

 

Odmar Færø varð skiftur inn í seinna hálvleiki, og eftir dystin segði hann soleiðis við sjónvarpsrásina, sum KÍ varpaði víðari:

 

-Vit eru ógvulga væl nøgdir við, at tað eydnaðist at spæla okkum víðari. Vit kendu ikki so nógv til mótstøðuliðið, men tað gera vit nú, og nú vita vit, at teir eiga nógvar góðar spælarar, segði Odmar Færø.

 

Heimaspælarin var vónbrotin:

 

-Vit áttu at havt vunnið betri úrslit í Føroyum, og í kvøld høvdu vit møguleikar at skora mál í fyrra hálvleiki, men soleiðis er fótbóltur.

 

 

 

FC Déifferdeng 03 – KÍ 0-0

 

KÍ samantaldur vinnari við málmuninum 2-0

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yamaré (Odmar Færø, 78.), Børge Petersen, Alexander Berntsson, Patrick Da Silva (Joseph Michael Williams, 66.) – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen (Kristoffer Ødemarksbakken, 78.), Albert Ejupi (Deni Pavlovic, 46.), Páll A. Klettskarð (Pætur J. Petersen, 86.), Claes Philip Kronberg

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Jákup B. Andreasen, Dan í Soylu, Heini Vatnsdal, Ahmed Latif

 

Venjari: Espen Haug

 

Aftur í kvøld átti KÍ málverjin Mark F. Jensen avgerandi leiklut