KÍ ger sáttmála við Luc

Betri deildin menn: 28 ára gamli miðvallarin skrivar sáttmála fyri 2023.

Mynd: (Norðlýsið)

KÍ boðar á heimasíðuni frá, at felgið hevur gjørt sáttmála við 28 ára gamli miðvallarin, Luc Kassi. Hann er úr Fílabeinsstrondini, men hevur síðan 2012 búð í Noreg, har hann hevur leikt fyri Stabæk heilt fram til 2022.

 

-Luc Kassi hevur í eina tíð royndarvant við KÍ. Hetta hevur eydnast so mikið væl, at partarnir nú hava undirskrivað avtalu fyri kappingarárið 2023, skrivar KÍ.

 

Tey 10 árini í Stabæk hevur Luc Kassi spælt yvir 200 dystir fyri felagið. Stabæk í Noreg er eitt felag sum regluliga er at síggja í norsku Eliteseriuni, sum er besta deildin.

 

- Stabæk hevði eitt ynski um at leingja avtaluna við Luc, men her ynskti Luc at royna okkurt nýtt og í tí sambandi stóð KÍ ovast á ynskilistanum. Magne Hoseth, høvuðsvenjari, kennir Luc frá tíðini í Stabæk, har Magne spældi í 2014.Luc skal saman við øðrum góðum leikarum, mynda miðvøllin hjá Magne Hoseth og KÍ í ár. Kassi er nú farin til Noregs at pakka og kemur síðan aftur til Klaksvíkar mikudagin, boðar felagið frá.

 

Til gongdin hjá KÍ telur nú Rói M. Hentze, Vegard Forren, Markus O. Pettersen og Luc Kassi.

 

Mynd: (Norðlýsið)