KÍ ger tvær broytingar

Champions League: Jóannes Kalsø Danielsen og René Shaki Joensen koma báðir inn

Espen Haug, venjari hjá KÍ, hevur sett liðið til avgerandi Champions League dystin móti FC Differdange 03 úr Luksemborg. Hann hevur valt at gera tvær broytingar. Jóannes Kalsø Danielsen og René Shaki Joensen koma báðir inn á liðið. Jóannes Kalsø Danielsen hevði leikbann í fyrru uppgerðini, meðan René Shaki Joensen hevur verið skaddur seinastu vikurnar.

 

Teir koma inn fyri Deni Pavlovic og Joseph Michael Williams. Fyrrnevndi hevur verið nakað skaddur í ár, men annars ein spælari, ið hevur prógvað seg til dystir í Evropa. Joseph Michael Williams er júst komin til felagið.

 

Í áleið 20 hitastigum í Luksemborg skal KÍ verja eina 2-0 leiðslu. Miðafrikanski miðverjin, Cédric Yambéré, hevur verið ivasamur, men hann er klárur at byrja. Bæði Odmar Færø og Heini Vatnsdal sita á bonkinum.

 

Dysturin kann síggjast á KÍ-Varpinum og kostar 149,- krónur. Trýst HER

 

KÍ (5-4-1): Mark F. Jensen: Jóannes K. Danielsen, Alexander Berntsson, Børge Petersen, Cédric Yambéré, Patrick Da Silva, Árni Frederiksberg, Albert Ejupi, René Shaki Joensen, Claes Kronberg – Páll A. Klettskarð