KÍ skiftir aftur málverja

Í kvøld verður tað Mark F. Jensen, ið verður í málinum hjá KÍ, sum fær vitjan av B68

Í kvøld fer Mark F. Jensen at verja KÍ málið ímóti B68. Hann hevur higartil spælt einaferð á besta KÍ liðnum. Tað var 16. mars, tá ið KÍ á útivølli tapti 2-0 ímóti B36

Skaðalistin hjá KÍ er langur. Men tað er ikki tí, at nýggjur maður verður millum stólparnar, tá ið B68 í kvøld verður gestur á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík.

 

Í gjárkvøldið vann næstbesta KÍ liðið 2-1 á útivølli ímóti Víkingi. Tá vardi Ari í Haraldstovu Petersen KÍ málið. Hann vardi málið, tá ið besta KÍ liðið sunnudagin tapti 1-0 í Gundadali ímóti HB. Tá var einki at finnast at avrikinum hjá málverjanum, men nú hevur KÍ venjarin Haakon Lunov gjørt av, at Mark F. Jensen í kvøld fer at venja KÍ málið ímóti B68. Danski málverjin hevur higartil í ár spælt tveir dystir, og tað er ein mánaður síðani, at hann var í dysti.

 

9. mars var hann í málinum, tá ið næstbesta liðið tapti 2-0 á útivølli ímóti B71, og so vardi hann málið, tá ið besta KÍ liðið tapti 2-0 í Gundadali ímóti B36. Tað var 16. mars og í 2. umfari.

 

Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Odmar Færø hava verið skaddir leingi, og teir vera ikki tøkir fyrr enn um nakrar vikur. Céderic Yambéré var ikki við ímóti HB, og hann verður ikki við ímóti B68, tí hann er darvaður av skaða í lærkrikanum.

 

Claes Philip Kronberg og Patrick Da Silva hava ikki verið við seinastu ferðirnar, og teir vera heldur ikki tøkir í kvøld. Tað verður Jonn Johannesen heldur ikki.

 

Deni Pavlovic og René Shaki Joensen vóru millum teir fyrstu ellivu ímóti HB. Deni noyddist skaddur av vøllinum, og tað er óvist um hesir báðir og Mads Bo Mikkelsen, sum av neyð varð skiftur inn ímóti HB, vera førir fyri at spæla í kvøld. Og so er tað liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum orsakað av skaða í fótinum, ikki hevur verið við fleiri tær seinastu ferðirnar. Í Klaksvík verður vónað, at hann heilt skjótt verður førur fyri at spæla aftur. Tá vit frættu, var tað ivasamt, um hann verður við í kvøld. Longu mikudagin verður aftur týdningarmikil dystur, tá ið KÍ og HB fara at spæla í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið í Klaksvík.

 

B68 spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið teir mánakvøldið taptu 2-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. B68 venjarin Jákup á Borg metti, at leikliga avrikið var soleiðis, at teir høvdu meiri uppiborið. Stór persónlig mistøk kostaðu tvey mál. Um møguleiki skal vera fyri at vinna stig í Klaksvík í kvøld, so er neyðugt at sleppa undan persónligum mistøkum.

 

-Nú fara vit til Klaksvíkar. Tað sær rættiliga vónleyst út, men vit rokna við møguleikanum og fara at stríðast fyri at vinna úrtøku, sigur B68 venjarin.

 

Hjá B68 eru brøðurnir Esmar P. Clementsen og Karstin Clementsen framvegis skaddir.

 

KÍ – B68: Áki Leitisstein Hansen kl. 18.30.

 

Í kvøld fer Mark F. Jensen at verja KÍ málið ímóti B68. Hann hevur higartil spælt einaferð á besta KÍ liðnum. Tað var 16. mars, tá ið KÍ á útivølli tapti 2-0 ímóti B36