KÍF fær tilgongd av spælara og høvðusungdómsvenjara

KÍF hevur gjørt sáttmála við 35 ára gamla danskaran Morten Nyberg Kristensen. Hann skal bæði spæla og verða høvðusungdómsvenjari hjá felagnum

KÍF hevur gjørt sáttmála við 35 ára gamla danskaran Morten Nyberg Kristensen. Hann skal bæði spæla og verða høvðusungdómsvenjari hjá felagnum.

 

– Morten hevur nógvar royndir sum spælari, har hann millum annað hevur spælt saman við okkara Nicklas Selvig í TMS Ringsted í bestu donsku deildini. Eisini hevur hann umboðað feløg sum Ribe/Esbjerg, Ajax København og Team Tvis Holstebro, skrivar KÍF á Facebook.

 

KÍF hevur í 35 ára gamla danskaranum fingið fatur í bæði einum spælara, og einum høvðusungdómsvenjara.

 

– Morten, sum er í holt við at taka sær venjaraútbúgving, skal vera bæði høvuðsungdómsvenjari í felagnum, har hann saman við hjálparvenjarum kemur at hava ábyrgdina av øllum ungdómsliðunum. Samstundis skal hann spæla við besta mansliðnum.