Kinesisk luftballón skotin niður í USA

Ein kinesisk luftballón er sambært Reuters skotin niður yvir eysturstrond USA eftir at hava flogið yvir USA

 

Eftir at hava steðgað flogferðsluni, skeyt amerikanski herurin í gjárkvøldið eina kinesiska luftballón niður við amerikonsku eysturstrondina. - Foto: Chase Doak/Reuters

USA hevur skotið niður eina kinesiska luftballón, sum hevur flogið yvir USA.

Joe Biden forseti gav sambært Pentagon boð um, at luftballónin, sum sambært amerikanarum helst var á njósnaraferð, skuldi skjótast niður, so skjótt tað var gjørligt, uttan at vandi var fyri fólki á jørðini.

Boðini gav Biden longu mikudagin. Luftballónin varð skotin niður, tá hon í gjár var yvir Atlantshavinum í landssynnings USA – seks sjómíl frá strondini.

Amerikanska verjumálaráðið sigur, at »Kina brúkti ballónina til at halda eyga við strategiskum týdningarmiklum støðum á amerikanska meginlandinum«.

– Luftballónin var ein partur av einum flota av luftballónum, sum njósnaðust yvir fimm meginondum, sigur kelda á høgum stigi í Pentagon við Reuters.

Góðan tíma fyri niðurskjótingina var flogferðsla steðgað í pørtum av statunum North Carolia og South Carolina av trygdarorsøkum.

Luftballónin kom inn í amerikanskt loftrúm 28. januar og var yvir Kanada 30. januar, síðani kom hon inn aftur yvir USA, upplýsir Pentagon.

Í Washington undrast tey á luftballónina.

– Tað er á ein hátt amatørkent. Hava upptøkutólini í fylgisveinum teirra ikki nóg høgan upploysing, so tey mugu senda eina ballón í staðin? Tað undrast tey á, sigur fyrrverandi tjóðskaparligur trygdarráðgevin, John Bolton.

Fleiri eygleiðarar halda, at luftballónin var ein kinesisk roynd at eyðmýkja USA í eini tíð, har kinesiski tónin er skerpaður. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, útsetti fríggjadagin ein ætlaðan túr til Kina hetta vikuskiftið vegna ballónina.

Tað vóru amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir, FAA, sum góvu boð um at steingja tríggja floghavnir fyri niðurskjótingina. Loftferðslan varð tikin uppaftur, stutt eftir at ballónin varð skotin niður.

Amerikanski herurin skal eftir niðurskjótingina royna at bjarga teknisku útgerðini, sum var umborð. Tað kann skjalfesta, hvat hon varð nýtt til. Vraklutir frá ballónini liggja nú spjaddir á havinum.

Kinesiska luftballónin, sum sveimaði i 18 kilometra hædd yvir USA, varð um vikuskiftið umrødd í amerikonskum miðlum sum »njósnaraballónin«. Hon hevði flogið yvir hernaðarligum viðkvomum økjum – millum annað økjum í Montana, har kjarnorkuvápnini eru goymd.

CNN sigur, at heimasíður, sum fylgja flogferðsluni, vístu, at fleiri hernaðarflogfør vóru á veingjunum i hesum øki við amerikonsku eysturstrondina.

Sambært amerikanarum kundi ballónin stýrast út Kina. Kina heldur hinvegin uppá, at talan var um eina sivila veðurballón, sum var farin av kós.

Enn ein kinesisk luftballón, sum USA heldur vera til eftirlit, er eisini sædd yvir Latínamerika, sigur fjølmiðlaskrivarin hjá verjumálaráðnum, Patrick Ryder.

/ritzau/Reuters

 

Eftir at hava steðgað flogferðsluni, skeyt amerikanski herurin í gjárkvøldið eina kinesiska luftballón niður við amerikonsku eysturstrondina. - Foto: Chase Doak/Reuters