Kiwanisting í Føroyum

Um vikuskiftið varð Kiwanisting hildið í Føroyum. Føroyski Kiwanisfelagsskapurin er partur av íslendska Kiwanisfelagsskapinum, og tingið verður hildið hvørt ár. Hetta var fyrstu ferð síðani 2001, at tingið var í Føroyum

Petur Olivar í Hoyvík sigur, at tingið eydnaðist framúr væl. Tingið er aðalfundurin hjá Kiwanis í Føroyum og Íslandi.

 

270 íslendingar komu til Føroya at halda ting, og hetta er nærum tvífalt so nógvir luttakarar, sum plaga at koma á ting í Íslandi.

 

- Eg havi egnt væl og lovaði, at teir skuldu ikki vera snýttir, um teir komu til Føroyar, sigur Petur Olivar í Hoyvík, fyriskipari.

 

Hann hevur verið umdømisformaður í Kiwanis í Íslandi, og hevur tá virkað fyri at fáa tingið hildið í Føroyum.

 

Tingsetanin er altíð í einari kirkju, og fríggjakvøldið var tingsetan í Havnarkirkju.

 

Kiwanis snýr seg um at hjálpa børnum, og tað merkti skránna.

 

Anna Hüdepohl spældi akkordeon, og við sær hevði hon fýra næmingar. Eisini framførdu Símun Hammer og Klara Daniella Hammer, og kórið Xperiment.

 

- Vit ynsktu, at Xperiment framførdi, soleiðis at íslendsku gestirnir hoyrdu, hvussu føroyingar smíða nýggj løg úr kvæðum.

 

Tingsetanin endaði við, at sálmurin "Tíðin rennur sum streymur í á" varð sungin. Sálmurin er týddur til íslendskt og er einasti føroyski sálmurin í íslendsku sálmabókini.

 

Dagin eftir bleiv sjálvt tingið hildið. Hetta var 54. tingið av hesum slag. Tingið er aðalfundurin hjá felagsskapinum, og har blivu ymiskar avgerðir tiknar.

 

Um kvøldið var gallaveitsla á Hotel Føroyum. Tá veitslur hava verið í Íslandi, hevur ikki verið vanligt at hava felagssang, men Petur Olivar í Hoyvík tvíhelt um, at felagssangur skuldi vera.

 

- Tað kemur gott lag í, tá eitt sindur av víni kemur niðurum. Tungubandið loysnar, og smásmædni fer burtur.

 

Skipað varð eisini fyri einum túri til Gøtu. Hetta var ein sokallað makaferð, og sostatt vóru makar hjá limunum í Kiwanis bodnir við.

 

Í Gøtu varð vitjað í býráðshúsinum og á fiskavirkinum. Undirtøkan fyri túrinum var góð, og væl hepnaðist, hóast veðrið ikki var tað besta.   

 

Íslendsku gestirnir vóru glaðir og ovfarnir av tinginum í Føroyum, og Petur Olivar í Hoyvík fegnast um, at alt spældi væl av.

 

- Eg fái ikki armarnar niður aftur, tí hetta hevur kravt nógva fyrireiking, sigur hann.