Klæmint A. Olsen er søguligur í íslendskum fótbólti. Hann er tann fyrsti at skjóta mál fyri eitt íslendskt lið í einum dysti í einum evropeiskum bólkaspæli.
Breiðablik er aftanfyri 1-3 móti Tel Aviv í bólki B í Europa Conference League niðri í Ísrael í steðginum. Stutt undan steðginum minkaði Klæmint hegnisliga um munin til 1-3 aftaná eitt gott álop hjá Breiðablik.
Jason Daði Svanþórsson fann við góðari sending Klæmint inni í brotsteiginum. Klæmint var ísakaldur tá hann setti bóltin framvið málverjanum.