Kokkaskúlin við norðurlendskum matfestivali

Kokkaskúlin í TSK við føroyskum kokkanæmingum við í norðurlendskum matfestivali í Norra

Tíðindaskriv: 

Í farnu viku vórðu føroyskir kokkanæmingar, saman við undirvísara í kokkaskúlanum TSK Andras S. Jacobsen í Norra og luttóku í ”Arktisk Mat Festival” í Mosjøen, Norra

Verkætlanin ”Taste of The Nordics”, har kokkanæmingar úr Føroyum, Íslandi og Norra arbeiddu saman um at gera eitt sjálvtøkuborð við matvørum úr teimun trimum londunum, snúði seg um at seta sjóneykuna á matmentan og haldførar matvørur í útnorðurøkinum.

Verkætlanin var eitt samstarv millum kokkaskúlan TSK, kokkaskúlan í Íslandi og Mosjøen Vidergående skole. NORA fíggjaði verkætlanina.