Tað er í morgin, týsdagin 5. november klokkan 09, at Sunda kommuna bjóðar vinnuni í kommununi til morgunmat og prát.
- Endmálið við einum slíkum tiltaki er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið, siga tey í kommununi.
Morgunfundurin millum Sunda kommunu og vinnuna í økinum er eitt afturvendandi tiltak.
- Tað er okkara vón, at tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í kommununi.
Á skránni á morguntiltakinum verða nakrar framløgur, eitt nú frá Barsilsskipanini, Almannaverkinum og Arbeiðsloysisskipanini.
- Her verða lýstar treytir og møguleikar hjá sjálvstøðugum vinnurekandi í samband við barsil, sjúku og arbeiðsloysi, siga tey í Sunda kommunu.