Fríðrikur kongur og Mary drotning eru farin umborð á kongaskipið »Dannebrog« og eru harvið farin undir summartúrin fyri fyrstu ferð sum kongshjún.
Kongshjúnini fóru til til kongaskipið úr Nordre Toldbod í Keypmannahavn í eini chalup, einum róðrarbáti.
Nú verður kósin sett ímóti Helgsingør Havn, haðani hjúnini skulu til Fredensborg Slot, har almenni bústaður teirra í summar verður.
Tá kongshjúnini komið til Nordre Toldbod, varð kongur spurdur, hvat hann gleddi seg mest til á ferðini.
– At sleppa til sjós, svaraði Fríðriku kongur sambært TV2.
##med2##
Tað er siður, at danski ríkisovastin á hvørjum ári fer á ferð í donskum farvatni um summarið.
Siðurin gongur aftur til tíðarskeiðið hjá Christiani X og Alexandrinu drotning, har tey sum fyrstu kongshjúinini gjørdu summartúrin til fastan part av summarætlanini.
Síðani førdi Fríðrikur IX og Ingrid drotning siðin víðari, eins og Margerta drotning og Heindrikur prinsur.
##med3##
Á summarferðini fara kongshjúnini at vitja bæði Svøríki, Noreg, Føroyum og í Grønlandi.Í Føroyum eru fyrireikingarnar farnir í gongd. Sum skilst fara kongshjúnini at vitja í Suðuroyar, á Tvøroyri, í Vági og í Hvalba, har tey m. a. skulu vitja í kolanáminum.
##med4##
Í Havn vóru fólk frá býráðnum og løgmansskrivstovuni í Vágsbotni í morgun og kannaðu umstøðurnar á trappuni í Vágsbotni.
Kongaskipið »Dannebrog« varð bygt í 1931 og brúkt sum privatur og almennur bústaður hjá kongsfamiljuni. Alexandrina drotning gav skipinum navnið.
Manningin á »Dannebrog« er sambært heimasíðuni hjá kongshúsinum níggju offiserar, sjey sersjantar, tveir konstablar og 38 herskyldug.
/ritzau/