Korona er ikki at spæla við

Annar hvør sjúklingur, sum hevur verið innlagdur við covid-19, fær aðrar heilsuligar trupulleikar.

 

 

 

Ein nýggj bretsk kanning, sum er almannakunngjørd í The Lancet, vísir, at langtíðar heilsutrupuleikar eftir covid-19 als ikki er ókent fyribrigdi, heldur ikki í yngri aldursbólkum.

 

Í stuttum vísir kanningin, at annar hvør sjúklingur, sum hevur verið innlagdur við covid-19, mennir aðrar heilsuligar trupulleikar.

 

Kanningin byggir á 70.000 koronu-sjúklingar á fleiri enn 300 sjúkrahúsum í Stórabretlandi.

 

- Kanningin vísir, at nógvir covid-19 sjúklingar, sum enda á sjúkrahúsi, hava eina álvarsliga sjúkugongd og kunnu fáa trupulleikar við ymiskum gøgnum, sum avleiðing av covid-19.

 

Sambært virkandi heilsustjóranum í Noregi, Espen Nakstad, sum norska kringvarpið hevur skift orð við, sigur stjórin, at vanligu trupulleikarnir ofta eru við nýrum, livur, andadrátti, ringrensli og sodningarskipanini.

 

– Haraftrat verða eitt til fimm prosent av sjúklingunum raktir av hjartaviknan og hjartasteðgi, leggur norski heilsustjórin aftrat um nýggju kanningina.