Koyrdi á trygdarforðingar nærindis Hvítu Húsunum

Sambært fyribilskanningum hjá amerikansku trygdarløgregluni bendir ymiskt á, at førarin í vørubilinum við vilja koyrdi inn í trygdarforðingarnar.

Ein bilførari í einum vørubili er handtikin, eftir at hann mánakvøldið lokala tíð koyrdi inn í trygdarforðingarnar á Lafayette Square, nærindis Hvítu Húsunum í Washington.

 

- Eingi starvsfólk í trygdartænastuni ella í Hvítu Húsunum fingu skaða, og orsøkin til hendingina verður nú kannað, sigur samskiftisstjórin hjá Secret Service, Anthony Guglielmi, á Twitter.

 

Onkrir vegir og síðuvegir í grannalagnum hava verið stongdir. Sambært sjónvarpsrásini, Fox 5, vórðu fólk á einum hotelli nærindis flutt burtur í samband við hendingina.

 

Lafayette Square er ein 30.000 fermetrar stór lund norðanfyri amerikanska forsetabústaðin.

 

Sambært fyribilskanningum hjá amerikansku trygdarløgregluni bendir ymiskt á, at førarin í vørubilinum við vilja koyrdi inn í trygdarforðingarnar.

 

Ein upptøka av staðnum vísir, at eitt tænastufólk beinir burtur eitt nazi-flagg.

 

Men, myndugleikarnir í USA hava fyribils ikki gjørt viðmerkingar til, um samanhangur er millum flaggið og hendingina nærindis Hvítu Húsunum.

 

Tað eru tíðindastovurnar, NTB og norska Dagbladet, ið eru millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi úr USA.