Kristina De Neergaard er í løtuni starvslesandi hjá Starvsfelagnum. Kristina lesur løgfrøði, cand.jur, á Syddansk Universitet sum fjarlestur og er nú á seinasta semestri av útbúgvingini. Kristina byrjaði í Starvsfelagnum 1. novembur og starvstíðin er fyribils avtalað fram til 31. januar, við møguleika fyri leingjan.
Hetta skrivar Starvsfelagið á síni heimasíðu.
Starvstíðin hjá Kristinu hevur higartil verið hendingarrík; longu hennara fyrsta arbeiðsdag var hon við til rættarfund í Fasta Gerðarrætti um eitt mál, sum Starvsfelagið hevði reist ímóti Fíggjarmálaráðnum. Eisini hevur hon verið við á síðulinjuni til seming um sáttmálarnar fyri land og kommunur, samráðingar við Føroya Arbeiðsgevarafelag um sáttmálar fyri almennu partafeløgini, fleiri persónsmál í felagnum, og harumframt hevur hon havt framløgu fyri okkara álitisfólkum, har hon saman við Henrik Weihe Joensen, løgfrøðingi í Starvsfelagnum, legði fram um rættin til hoyring í samband við bygnaðarbroytingar á arbeiðsplássum. Harumframt hevur Kristina dagført og skrivað greinar til limahandbókina hjá Starvsfelagnum.
- Tíðin sum starvslesandi hevur verið góð, eg trívist væl og havi fingið spennandi arbeiðsuppgávur. Hetta er eitt gott og innbjóðandi arbeiðsumhvørvi, og so havi eg so fittar og stuðlandi starvsfelagar, sigur Kristina sjálv um nýggja arbeiðsplássið.
Kristina er 40 ára gomul og er úr Vági, har hon býr saman við manni og tveimum børnum sínum. Vit eru sera glað fyri at hava Kristinu sum starvslesandi og ynskja henni alt tað besta við lestrinum, skrivar starvsfelag.fo.