Kvinnurnar, ið vórðu sendar á Sprogø

Nýggi filmurin, ”Ustyrlig”, ið varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Toronto í heyst, fer fram í døkkasta kapitli í friðartíð í Danmark.

Mikudagin sýnir Filmsfelagið danska filmin ”Ustyrlig”, sum er nýggjasti Drekavinnarin á altjóða filmstevnuni í Göteborg í ár. Leikstjórin er Malou Reymann, sum er fødd í Amsterdam í 1988. Fyrsti filmur, hon gjørdi, var Bodil- og Robertvinnarin ”En helt almindelig familie” (2020), um pápan, sum skifti kyn.

 

Nýggi filmurin, ”Ustyrlig”, ið varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Toronto í heyst, fer fram í døkkasta kapitli í friðartíð í Danmark, tá seytjan ára gamla og óstýriliga Maren (Emilie Kroyer Koppel), verður send á kvinnuanstaltin Sprogø at vera í 1933.

 

Her møtir hon Sørine (Jessica Dinnage), sum eftir seks árum á anstaltinum hevur lært at geva seg undir tíðarinnar krøv um rættan atburð. Millum tær báðar verður knýtt eitt vinaband, ið fær stóra ávirkan á báðar.

 

Umframt Emilie og Jessica, síggja vit eisini Danica Curcic og Lene Maria Christensen í nýggja filminum ”Ustyrlig”.

 

Ummælarin hjá Ekstrablaðnum, Rene Fredensborg, er heilt upp í loft og gevur fult stigatal, 6 stjørnur:

 

- ”Ustyrlig” er en sindsoprivende fortælling om statens overgreb på de 'erotisk forstyrrede' kvinder, som blev anbragt på Sprogø. Instruktør Malou Reymann forløser et skamfuldt stykke danmarkshistorie til perfektion.

 

 29/3 kl 20:00 Ustyrlig (Malou Reymann, Danmark 2023 135 min)

 

##med2##

 

##med3##