Kyndil økir um nevndina

Á aðalfundi hevur Kyndil økt um nevndina, so hon nú telur sjey fólk

Fyri kortum hevði Kyndil aðalfund og á skránni var nevndarval. Elin K. Jacobsen tók ikki við afturvali. Starvsnevndin í Kyndli hevur arbeitt við at víðka um nevndina til fleiri enn fimm nevndarlimir. Tað eydnaðist í ár. Lars Larsen Black, Jan Otto S. Holm og Jan M. Laursen stillaðu upp og vórðu allir valdir.

 

Nevndin hevur skipað seg við Maibritt Johannessen sum forkvinnu, Jensia Højgaard Kjærbæk sum næstforkvinna, Eyðun Mortensen  sum kassameistari, Salua Manai sum skrivari og Jan Otto S. Holm, Jan M. Laursen og Lars Larsen Black sum nevndarlimir.

 

Allir tríggir nýggju nevndarlimirnir hava royndir úr ítróttaheiminum. Jan Otto S. Holm við fíggjarviðurskiftum, Jan M. Laursen sum eitt nú venjari í fótbólti og Lars Larsen Black sum málmaður í hondbólti.