Løgmaður yvirtekur mentamál

Landsstýriskvinnan Rigmor Dam hevur lagt frá sær - løgmaður yvirtekur fyribils mentamál

Tað verður Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum sjálvur fyribils yvirtekur mentamál eftir at landsstýriskvinnan Rigmor Dam, hevur sagt landsstýrissessin frá sær.

 

-Fyribilsx faari eg at røkja málsøkið, men enn er ikki avgjørt, hvussu leingi eg fari at gera tað. Tað er neyvan skilagott at løgmaður røkir eitt málsøki í fleiri mánaðir, men nú fara vit at viðgera hetta komandi dagarnar, sigur løgmaður.

 

Løgmaður hevur boðað frá, at hann fer at seta eina kanning í verk í samband við Glasir. Nú sigur hann, at kanningin ikki hevur sama skund.

 

-Eg havi tosað við løgtingsgrannskoðararnar og við landsgrannskoðarin. Tey fara at viðgera máli og koma við einari frágrediðing í vát ella í summar og tá fáa vit so at síggja um tað er  skilagott, at seta ein kanning í verk.

 

Samgongan hevur onnur mál at dragast við beint nú. Andstøðan krevur nýggjan formann í fíggjarnevndini. Tað kann hava við sær, at neyðugt verður at velja allar tingnevndirnar av nýggjum.

 

-Fer alt hetta at gera, at tú fert at skriva út nývæl nú?

 

-Neei, samgongan hevur fleiri mál eftir, sum hon fegin vil avgreiða, so tað liggur ikki kortunum. Men sjálvandi kann okkurt henda, sum broytir støðuna, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.