Landsliðsspælari heldur fram í B36

Betri deildin menn: Sonni Ragnar Nattestad hevur longt sáttmálan við B36

B36 boðar í dag frá, at Sonni Ragnar Nattestad hevur longt sáttmálan við felagið. Hann hevur annars verið settur í samband við eitt nú B68, meðan tað hevur drigið út við at gera nýggjan sáttmála.

 

Landsliðsmiðverjin hevur eisini fyrr spælt uttanlands, men nú ykist B36 hava fingið sett eitt lið saman, sum kann bjóða av um heiðursmerkini. Nýggir í felagnum eru Silas Eyðsteinsson, Aron Knudsen og svenski Isak Jönsson, meðan Ragnar Samuelsen, Rasmus Nissen og Lukas Enevoldsen farnir úr felagnum.

 

Sum skilst, so verður leitað eftir einum áleypara, men hetta er bæði torført og gjarna eisini dýrt. Við Sonna Ragnar Nattestad, sum er 197 sentimetrar høgur, og Isaki Jönsson, ið er 194 sentimetrar høgur, verður hæddin ikki ein avbjóðing í verjuni.

 

B36 vann í dag 2-0 á NSÍ í VFF-Kup.