Landsskatturin er tann sami sum í fjør

Fyrra hálvár var landsskatturin slakar 400 túsund krónur minni enn sama tíðarskeið í fjør

Tølini siga, at skattainntøkurnar ikki økjast soleiðis, sum tær annars hava gjørt undanfarnu árini.

 

Fyribils uppgerðin vísir, at munurin millum landsskattin fyrra hálvár í fjør og fyrra hálvár í ár var ein afturgongd upp á 0,04 prosent ella 377.860 krónur.

 

Inntøkan í fjør var 887.860.589 krónur, og í ár var hon 887.482.729 krónur.

 

Uppgerðin fyri einstøku mánaðirnar vísir, at í trimum av teimum seks mánaðinum fyrra hálvár var fyribils landsskatturin lægri, enn hann var somu mánaðir í fjør, og í trimum mánaðum var fyribils landsskatturin hægri, enn hann var í fjør.

 

Í januar var inntøkan 2,75 lægri, í februar 2,48 prosent lægri og í mai 0,62 prosent lægri.

 

Í mars var skattainntøkan hjá landskassanum 3,6 prosent hægri enn sama mánað í fjør, í apríl runnu 0,98 prosent fleiri skattakrónur í landskassan, og í juni var vøksturin 0,82 prosent.