Lat okkara pensjonistar fáa frið!

Haldi slett ikki, at vit skulu hækka pensjónsaldurin meira.

Vit hava longu met í Evropa fyri, at størsti parturin av arbeiðsstyrkini er á arbeiðsmarknaðinum.

Okkara pensjonistar eru hvørki ein trupulleiki ella ein byrða, okkara pensjonistar eru lykilin til okkara vælferðarsamfelag. 

Avtak mótrokningina og lat tey arbeiða, sum hava heilsu og hug, um tey ynskja tað.

Tað ljóðar, sum okkara pensjonistar skulu syrgja fyri okkara haldføri. 

Teir skulu sleppa at slappa av eftir at hava gjørt sína skyldu og meira enn tað!

 

Kaj Leo Holm Johannesen,

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin