Hetta er nú broytt soleiðis, at lestrarstuðulin frameftir verður javnaður eftir sama leisti, sum aðrar almennar veitingar.
Fyri tey lesandi hevur hetta havt við sær, at tey ikki hava fingið lut í teimum lønarhækkingum, sum onnur í samfelagnum hava upplivað. At lestrarstuðulin ikki longur bara fylgir prísvøkstrinum tryggjar, at lestrarstuðulin í so máta verður javnsettur við aðrar almennar veitingar.
Tað var samgongan, sum stóð saman um uppskotið frá Djóna N. Joensen, landsstýrismanni. Andstøðan hevðist at uppskotinum og vildi vera við, at broytingin hevði við sær, at lestrarstuðulin ikki bleiv reguleraður í 2024.
Hetta er ikki rætt.
Í august í ár hækkaði lestrarstuðulin nevniliga við 7,7 prosentum, tí prísvøksturin seinast árið hevur verið so ógvusligur. Tað var ein kærkomin hækking, sum merkti, at ein lesandi undir hægri lestri nú fær áleið 350 kr. um mánaðin meira, meðan ein stakur lesandi við einum barni fær áleið 600 kr. meira um mánaðin.
Nógv bendir tó á, at inflatiónin hevur toppað, og fesk tøl úr okkara grannalondum siga, at prísvøksturin nærum er burtur. Hetta eru góð tíðindi, og tað er vónandi bert spurningur um tíð, til hetta rákið kemur til okkara.
Hinvegin vita vit, at lønarhækkingarnar fyri 2024 og 2025 verða oman fyri 4 prosent um árið.
Tí er tað í tøkum tíma, at skipanin við lestrarstuðli nú varð broytt, so eisini tey lesandi kunnu fáa lut í lønarhækkingunum komandi árini.