Liðið hjá Anniku vann fyrra uppflytingardystin

Follo vann greiðan sigur á Volda

Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen, Follo vann í dag fyrsta dystin um rættin at spæla í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli vann Follo ein greiðan 26-19 sigur á Volda úr næstbestu deildini. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12, men í seinna hálvleiki var Follo greitt omaná.

 

Tað var tó uttan Anniku, ið greiðir stutt soleiðis frá: - Eg havi eftir dystin móti Íslandi havt ein skaða í baklærinum, so nú eri eg spakuliga við at koma fyri meg aftur, men eg ansi væl eftir, so eg kann koma meg 100 prosent, greiðir Annika frá.

 

Komandi mikudag 1. mai klokkan 16.30 tekur Volda móti Follo í øðrum dystinum. Megnar Follo at vinna tann dystin er plássið í bestu deildini tryggjað til komandi kappingarár.