Liðið hjá Gunnari vann stórsigur á liðnum hjá Patriki

Víkingur Reykjavík hevur fult stigatal aftaná trý tey fyrstu umførini

Í dag var føroyingauppgerð í bestu íslendsku fótbóltsdeildini millum liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík sum á heimavølli tók ímóti liðnum hjá Patriki Johannesen, Breiðablik.

 

Víkingur Reykjavík vann stórsigur 4-1. Í steðginum var Víkingur á odda 2-1.

 

Gunnar spældi allan dystin og Patrik kom á vøllin seinastu 10 minuttirnar.

 

Víkingur Reykjavík er einasta liðið í deildini, ið hevur fult stigatal.

 

Komandi sunnudag tekur Víkingur Reykjavík móti KA á heimavølli. Sama dag spælir Breiðablik á útivølli móti KR

 

Víkingur Reykjavík-Breiðablik 4-1 (2-1)

 

Ari Sigurpálsson '18 1-0

 

Nikolaj Hansen '20 2-0

 

2-1 Kristófer Ingi Kristinsson '37

 

Danijel Dejan Djuric '76 3-1

 

Ari Sigurpálsson '78 4-1

 

Støðan:

 

 Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
 1Víkingur Reykjavík33007:19
 2Akranes32019:36
 3Breiðablik32017:46
 4KR32017:56
 5Fram32013:16
 6FH32015:46
 7Valur31112:14
 8Stjarnan31022:53
 9Vestri31021:63
 10KA30123:51
 11Fylkir30124:91
 12HK30121:71