Liðið hjá Hákuni vann seg í Final Four í European League

Füchse Berlin vann greiðan útisigur á franska liðnum, Nantes

Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin hevur vunnið seg í Final Four í EHF European League.

 

Füchse Berlin ferðaðist til Fraklands við einum minni góðum útgangsstøði aftaná javnleik 33-33 á heimavølli móti franska liðnum, Nantes.

 

Men tað eydnaðist í kvøld Füchse Berlin at vinna ein greiðan 37-30 sigur á Nantes á útivølli, og harvið ein samlaðan 70-63 fjórðingsfinalusigur.

 

Hákun slapp at síggja garvaða lærumeistaran hjá sær, Hans Lindberg skjóta níggju mál upp á níggju málroyndir. 

 

Hini liðini sum hava vunnið í seg Final Four í EHF European League eru liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt, Rhein-Neckar Löwen og rumenska liðið, Dinamo Bukarest.

 

Sostatt eru trý av fýra liðum í Final Four úr Týsklandi.

 

Final Four verður leikt í Barclay Arena í Hamburg. Final Four verður leikt dagarnar, 25. og 26. maj.