Liðið hjá Lív sleppur ikki at spæla um uppflyting

TMS Ringsted tapti greitt fyri Roskilde

Tað verður ikki á hesum sinni, at landsliðsleikarin, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted fara at spæla um uppflyting til bestu donsku hondbóltsdeildina.

 

Í næstseinasta dystinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini spældi Ringsted í dag dyst móti Roskilde á útivølli.

 

Roskilde vann greiðan 25-19 sigur. Í steðginum var Roskilde á odda 13-10.

 

Lív skoraði tvey mál fyri Ringsted í dag.

 

Úrslitið merkir, at Ringsted kann í besta føri enda á einum fjórða plássi í deildini, og tí verður eingir uppflytingardystir til Ringsted á hesum sinni.

 

Ringsted hevur 25 stig á fjórða plássinum. Trý stig eru upp til Holstebro, ið liggur á triðja plássinum við 28 stigum.

 

Í tí seinasta dystinum í hesum kappingarárinum komandi leygardag klokkan 13 tekur Ringsted móti júst Holstebro á heimavølli. 

 

Í morgin klokkan 14 taka Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ móti botnproppinum, Aalborg HK á heimavølli.

 

Vinnur HØJ dystin hava tær tryggjað sær eitt nýtt kappingarár í deildini.