Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne eru nú fjórðfremst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 29 stigum.
Suðuroyggjamenn vunnu í kvøld á heimavølli ein týðandi og tepran 34-33 sigur á Odense. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18.
Pauli var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum við seks málum.
Komandi sunnudag taka suðuroyggjamenn móti oddaliðnum, HC Midtjyllandi á heimavølli.
Føroyingauppgerð var í Aarhus í kvøld. Liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus HC tók móti Køge, ið hevur Julian J. Kragesteen á liðnum.
Aarhus vann stórsigur 31-20. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-11.
Teis skoraði tvey mál fyri Aarhus, og Julian skoraði eitt mál fyri Køge.
Aarhus er nummar seks í deildini við 27 stigum. Køge er aftast í deildini við bert seks stigum.
Komandi fríggjakvøld tekur Aarhus móti Odder á heimavølli. Dagin eftir spælir Køge á heimavølli móti Tønder.