Liðini hjá Janu og Pernillu byrja upp á endaspælið í dag

Viborg og Keypmannahavn eru endaði saman í endaspælsbólki 2

Í dag byrjar endaspælið í bólki 2 í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum. 

 

Bæði føroyingaliðini, Viborg hjá Janu Mittún og Keypmannahavn hjá Pernillu Brandenborg eru at finna í bólki 2.

 

Hini bæði liðini eru Odense, ið tekur tvey stig við sær til endaspælið, og Ikast-Herning sum tekur eitt stig við sær til endaspælið. Viborg og Keypmannahavn byrja endaspælið við ongum stigi.

 

Odense og Ikast-Herning hava fingið stig við sær í mun endastøðurnar í grundspælinum.

 

Klokkan 17.30 taka Jana og liðfelagarnir í Viborg móti Ikast-Herning á heimavølli, og klokkan 19 taka Pernille og liðfelagarnir í Keypmannahavn móti Odense á heimavølli.

 

Odense og Ikast-Herning eru greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum at vinna á Keypmannahavn og Viborg.

 

TV2 Sport vísir dystin millum Viborg og Ikast Herning.