Líggjas Joensen in memorian

Tann 27. desember bórust boðini um, at Líggjas Joensen, fyrrverandi forseti ÍSF, var farin um sýn 81 ára gamal.

 

Barna- og unglingaárini hjá Líggjas vóru í Syðrugøtu, men hann flutti til Tórshavnar í 1962 í sambandi við, at hann fór í læru í Føroya Banka. Hann festi búgv í  í Tórshavn og hevur búð har øll árini við undantak av tveimum árum miðskeiðis í sekstiárunum, tá hann búði og arbeiddi í Keypmannahavn.

 

Líggjas var virkin maður og hevur gjøgnum lívið haft mong álitisstørv. Hann hevur m.a. starvast innan flutningsvinnu, grannskoðan, kommunala fyrisiting, fiskasølu og sum sjálvstøðugt vinnurekandi.

 

Íðin og arbeiðssamur røkti hann størv síni, men tað eru ikki bert arbeiðsplássini, ið hava fingið gagn av ágrýtni Líggjasar.

 

Eisini fyri føroyska ítrótt kom hann at hava stóran týdning, og hevði hann sín stóra leiklut í fyrisitingini og menningini av føroysku ítróttarrørsluni.

 

Líggjas kom upp í ítróttararbeiði í 1970, tá hann gjørdist nevndarlimur í Havnar Badmintonfelag, har hann eisini spældi badminton. Longu árið eftir, í desember 1971, varð hann valdur forseti í Ítróttasambandi Føroya. Hetta starvið røkti hann til 1976, tá hann ikki stillaði upp aftur til val.

 

Hetta vóru hendingarík ár. Ansurin fyri ítróttini vaks, og m.a. áhugin fyri at fáa møguleikar at sleppa at kappast uttan fyri landoddarnar øktist. Skuldi hetta lata seg gera, so var neyðugt at fáa limaskap í altjóða ítróttasambondunum. Í 1972 gjørdist Føroyar fyribils limur í altjóða hondbóltssamgonguni IHF. Nógv arbeiði varð síðani lagt í at vinna ÍSF fullan limaskap og hetta gav úrslit, tí í 1974 avgjørdi aðalfundur IHF einmælt, at ÍSF skuldi gerast sjálvstøðugur limur í samgonguni.

 

Í seinasta starvsárinum hjá Líggjasi sum forseti fingu Føroyar eisini fullan limaskapi í Nordisk fælleskomité fyri Ítróttasambond og kundu taka lut í á jøvnum føti við hini norðurlendsku ítróttasambondini.

 

Økta virksemið innan ISF hevði eisini við sær, at neyðugt varð at útvega felagsskapinum størri húsarúmd.  Gjørt var av at keypa húsini, sum hondbóltsfelagið Neistin átti í Gundadali. Húsið var bygt eitt sindur um, so tað hóskaði til táverandi tørvin hjá ÍSF. Á 35 ára føðingardegnum hjá ítróttasambandinum flutti felagsskapurin so úr Sverrisgøtu niðan í Gundadal í tað hús, ið gjørdist høvuðssæti ÍSF til tað mátti víkja, nú nýggjur 50 metra hylur verður bygdur aftrat svimjihøllini.

 

Líggjas hevði fólkaeydnu. Dugdi væl at práta við fólk og var ein skemtingarsamur álvaramaður. Arbeiðssamur, dugnaligur og góður í ráðum.

 

Hetta hevði eisini við sær, at boð vóru eftir honum í sambandi við, at C HM kappingin í hondbólti varð fyriskipað í Føroyum í 1980. Líggjas kom við í arbeiðið í 1978, tá C HM var í Schweitz. Hann var og sá, hvussu kappingin var løgd til rættis og fekk íblástur til, hvussu farast skuldi fram í Føroyum tvey ár seinni.  Nevndin, ið legði til rættis, gjørdi eitt stórt arbeiði og stóra kappingin, sum var í februar 1980, eydnaðist væl. Nevnast kann, at í kappingini tóku m.a. Noreg, Eysturríki og Frakland lut. Tjóðir, sum í dag eru millum tær fremstu í heiminum innan hondbólt.

 

Í 1979 varð bygnaðurin í ÍSF broyttir. Ítróttagreinarnar, ið høvdu verið skipaðar í deildir, kundu nú skipað seg í sjálvstøðug sersambond innan ÍSF.  Hendan møguleika nýtti hondbólturin, og varð Líggjas valdur sum fyrsti formaður í Hondbóltssambandi Føroya, tá hetta varð sett á stovn í 1980. Hetta starv røkti hann til 1982.

 

Í sambandi við at Oyggjaleikir skuldu verða í Føroyum í 1989 varð aftur boð eftir Líggjasi. Hann gjørdist limir í fyrireikingarnevndini, har hann, saman við øðrum, serliga hevði við fíggjarviðurskiftini at gera. Eitt arbeiði, sum eydnaðist so væl, at tá leikirnir vóru lidnir var yvirskot.

 

Fyri arbeiðið sítt innan ÍSF er Líggjas heiðraður við bæði silvur- og gullmerki Ítróttasambandsins, ið verða givin teimum, ið hava uppiborið heiður fyri stuðul og áhuga fyri ítróttini umframt at tey hava gjørt eitt munagott arbeiði til frama fyri føroyska ítrótt.

 

Aftrat hesum er Líggjas eisini heiðraður við gullmerki ÍSF við bjálka, ið bert verður latið forsetum og heiðurslimum í ÍSF.

 

Nú Líggjas er farin, drýpa vit høvur og syrgja saman við tykkum hansara kæru.

 

Tey góðu minnini um Líggjas vilja liva víðari í okkum, hóast sorgin og saknurin eru tey, ið kennast sterkast í hesum døgum – ikki minst hjá tykkum, ið stóðu honum nærmast.

 

Friður verið við minninum um merkismannin, ítróttavinin og vinmannin Líggjas Joensen.

 

 

 

ÍSF