Tíðindaskriv frá Lions Club Eysturoy/Klaksvík:
Skúlastjórin var fús at greiða frá endamálinum hjá skúlanum har, »ungir spírar læra at liva heilsugott og burðardygt«.
Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, greiddi frá søgu skúlans, sum nú hevur rundað tey fimmti árini. Dagurin bleiv hátíðarhildin á Varpinum við einari stórari framsýning.
Hon var eisini sera íðin at greiða frá um »nýggjur skúli – ein nýggj byrjan«.
Stórur dentur var lagdur á vælviljan frá landi, kommunu og stuðlum, sum høvdu lagt rygg til at nýggi skúlin bleiv veruleiki.
– Okkara endamál hjá Lions var at handa Húsarhaldsskúlanum eina gávu til okkurt serstakt, sum tey ynsktu inn á skúlan.
Gávan á 30.000 kr skal nýtast at keypa eitt klaver til skúlan og varð avtalað, at tosast skuldi nærri saman seinni um keyp við meira.
Skúlin borðreiddi við heimagjørdum brotbreyði við tara og humus, saman við kaffi, te og rabarbutertu.
Lions Club Eysturoy/Klaksvík ynskir Húsarhaldsskúla Føroya hepna hond við nýggja skúlanum.