Livar Nysted í Ribarhúsi í Fuglafirði

Listaframsýning við verkum hjá Livar Nysted letur upp í Ribarhúsi í Fuglafirði í morgin

Listaframsýning við verkum hjá Livar Nysted letur upp í Ribarhúsi í Fuglafirði í morgin, leygardagin 22. mai klokkan 15.

 


Seinasta hálva árið hevur Livar arbeitt fram ímóti hesi framsýningini.

 


Stílur og myndaevni, ið vit kenna hann fyri, “ganga aftur”, men her eru eisini verk, ið bróta heilt frá, siga tey frá Ribarhúsi.

 


Hesi verkini eru ein blandingur av málningi og høggmynd, onkur kallar tað 3D-málningar, og í hesum verkum fær Livar veruliga víst síni kreativu evni.

 


Fólk eru vælkomin í Ribarhús til tað tey siga vera eina spennandi og øðrvísi framsýning, sum hongur á teimum gomlu veggjabrettunum í Ribarhúsi til og við tann 14. juni.