Lívligt kjak millum Høgna, Bárð og Aksel á FM1

(FM1) Hoyr kjakið, ið var millum Høgna Hoydal, Aksel V. Johannesen og Bárð á Steig Nielsen á FM1 seinnapartin í dag

Mynd: FM1

##med2##

 

Seinnapartin í dag reikaði Sambandsflokkurin fyri einari politiskari kjaksending á FM1.

 

Stigtakari var Jóhan Dahl, løgtingsmaður. Orðstýrari var Annika Fossá. 

 

Hólmgonga var millum Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, Bárð á Steig Nielsen, løgmann og Aksel V. Johannesen, formann Javnaðarfloksins.

 

Til viðgerðar vóru mál í samband við komandi fólkatingsval, og ríkisrættarligir spurningar annars.

 

Kjakið var til tíðir rættiliga lívligt, men mett at vera gagnligt av øllum pørtum tá liðugt var at kjakast.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra kjakið. 

 

Mynd: FM1

Politiskt kjak á FM1 millum Høgna Hoydal, Aksel V. Johannesen og Bárð á Steig Nielsen

Politiskt kjak á FM1 millum Høgna Hoydal, Aksel V. Johannesen og Bárð á Steig Nielsen