Løgmaður koyrir nú í elbili

Løgmaður hevur í árinum skift dieselbilin út við ein elbil, og ta avgerðina eru hann fegin um

Tá Sosialurin í mars í fjør spurdi allar politikarar, um teir koyrdu við bensin, diesel ella elbili vóru tað bara tríggir politikarar sum koyrdu í elbili. Tey vóru Ingilín D. Strøm, Johan Dahl og Bjørt Samuelsen. Sum skilst hevur Johan Dahl síðani tá skift elbilin út við ein brennievnisbil.

Men í útvarpinum í dag segði Aksel V. Johannsen, løgmaður, at hann nú hevur keypt sær elbil.

– Eg havi bíðað í nógv ár til teir blivu bíligari, hugsaði kanska battaríið bleiv betri og so víðari. Men nú valdu vit at skifta, og tað hevur riggað væl, vit eru øgiliga glað fyri hann, segði Aksel V. Johannesen við útvarpið í morgun.

Hann segði eisini, at elbilurin er nógv bíligari í rakstri, ikki minst nú brennievnið er vorðið so dýrt. So hann viðmælir fegin fólki at keypa elbil og sigur, at hann er sera væl egnaður at koyra við í Føroyum.

Í morgin dýrka elbilar í Føroyum annars nógv, tí tá fer lógin um mvg afturbering úr gildi. Løgmaður hevur sagt, at lógin verður longd, og at hon skjótt verður løgd fyri tingið.

So eru tey tvey í landsstýrinum, sum koyra í elbili. Umframt Aksel V. Johannsen, so koyrir landsstýriskvinnan í orku- og umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm eisini í elbili.