Í gjárkvøldið noyddist løgreglan tvær ferðir heim til fólk at greiða fløkjuna, tá ósemjur høvdu tikið seg upp.
Vaktleiðarin sigur í morgun, at rúsdrekka var uppi í báðum umrøddu hendingum.
- Í tí eina førinum var talan um harðskap í einum parlagi, har vit máttu heim at skilja sundur.
Sagt verður, at annar parturin í ósemjuni varð sendur til lækna, og hin varð tikin við í brummuna.
- At annar parturin varð sendur til lækna, var meira fyri at skjalfesta skaðarnar, sigur vaktleiðarin.
Í einum øðrum føri vóru fólk komin til ilnar í einum privathúsum, og eisini her var talan um fyllskap.
- Her varð annar parturin tikin við á støðina at sova rúsin av sær, veit vaktleiðarin í morgun at siga.