Løgreglan veit ikki hvør framdi herverkið

- Um hetta var ein stjórnarbygningur í øðrum landi, er lítið at ivast í, at her vóru vakmyndatól, sum vístu bygningin og umhvørvið kring bygningin, sigur løgreglan.

 

"Stong sendistovuna nú!" og "Fyri hind!" vóru orð, sum onkur hevði málað á løgtingshúsini næst síðstu nátt - ella tíðliga gjáramorgunin.

 

Tá fráboðanin kom um herverkið gjáramorgunin, fór løgreglan á staðið, tók myndir og gjørdi kanningar, men sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í morgun er eingin skuldsettur, ei heldur handtikin í málinum enn.

 

- Vit vita ikki, hvør framdi herverkið, men vit arbeiða við málinum. Spurningurin er, hvørji vakmyndatól eru - og um nøkur eru - í økinum, sum vísa á løgtingshúsini, sigur vaktleiðarin.

 

Løgreglan ásannar, at tað er rættiliga strangt við vakmyndatólum, og í flestu førum vísa tey bara eitt rættiliga avmarkað øki.

 

- Vóru løgtingshúsini ein stjórnarbygningur í øðrum landi, er lítið at ivast í, at her vóru vakmyndatól, sum vístu bygningin og umhvørvið kring bygningin, men soleiðis er ikki her hjá okkum, sigur vaktleiðarin.

 

Lesið eisini: Hind Rajab sum endaði á løgtingshúsunum

 

##med2##