Longd leiktíð í Klaksvík

KÍ og RSF rigga nú til at fara undir leiktíð, tí gestirnir úr Lettlandi í kvøld vunnu 3-2, ið er sami sigur, sum KÍ vann í Riga

Spenningurin er øgiligur í Klaksvík, har fyrsti altjóða dystur nakrantíð er í kvøld. RSF úr Riga var omaná 3-2, tá ið norðurírski dómarin bríkslaði fyri, at nú vóru 90 minuttir og fýra minuttir eykatíð farin.

 

Hetta var sama úrslit, sum tað var fyri viku síðani, tá ið KÍ fór úr Riga við 3-2 sigri.

 

KÍ var um at verða sligið í gólvið eina løtu í fyrra hálvleiki, tá ið gestirnir eftir lítlari løtu skoraðu tvey mál og harvið vóru frammanfyri 3-1. Men so var tað, at Deni Pavlovic dygst undan steðginum og eftir fríspark frá Árna Frederiksberg úr vinstru minkaði um munin til 3-2.

 

Eftir steðgin vóru tað spentar støður í báðum endum, men tað var einki mál skorað, og so verður nú farið undir tvær ferðir eitt korter longda leiktíð.

 

Eftir horna úr høgru legði RSF seg á odda 1-0, og eftir fríspark frá Árna Frederiksberg javnaði Odmar Færø til 1-1.

 

Sum seinni hálvleikur leið var tað heilt sjónskt, at tað stóð øgiliga nógv upp á spæl. Tað var ikki nógv spæl um miðvøllin. Heldur var talan um langar sendingar og nógvar nærdystir.

 

Tað er mjørki í Klaksvík, og tað er farið at regna.

 

 

 

KÍ – RFS (2-3)

 

0-1: Vitalijs Jagodinskis 10.

 

1-1: Odmar Færø 17.

 

1-2: Darko Lemajic 25.

 

1-3: Emerson Deocleciano 27.

 

2-3: Deni Pavlovic 45.+2.

 

Dómari: Keith Kennedy úr Norðurírlandi

 

KÍ: Mathias Roesenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg – Árni Frederiksberg, Bob Sumareh, Páll A. Klettskarð