Lufthansa steðgar flúgving til Teheran

- Trygdin hjá okkara ferðafólkum og manning hevur hægstu raðfesting, sigur talsfólk hjá Lufthansa, sum vísir til spentu støðuna í Miðeystri.

 

Týska flogfelagið, Lufthansa, steðgar fyribils sínum flogrutum til og úr iranska høvuðsstaðnum, Teheran, men í hesum umfari verður steðgurin stuttur - bara til í morgin, sigur flogfelagið.

 

- Orsøkin til steðgin er spenta støðan í Miðeystri, sigur Lufthansa.

 

Talsfólk fyri flogfelagið sigur við Reuters, at tey fylgja neyvt við gongdini í Miðeystri og eru í tøttum sambandi við myndugleikarnar.

 

- Trygdin hjá okkara ferðafólkum og manning hevur hægstu raðfesting, sigur talsfólkið.

 

Í dag segði ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei, at Ísrael "skal og fer at verða sektað" fyri álopið á iransku sendistovuna í Damaskus í Sýria herfyri.

 

USA hevur áður ávarað um, at Iran fer at hevna seg eftir ísraelska álopið á sendistovuna, og eitt hevndarálop kann koma longu hesa vikuna. 

 

Ísraelska álopið herfyri legði iransku sendistovuna í Damaskus í oyði, og í álopinum læt onkur høgtstandandi persónur í iransku tjóðarhirðuni lív.