Macron heitir á Danmark um ikki at útflýggja Watson til Japan

Macron hevur samband við Danmark um handtøkuna av Paul Watson í Grønlandi

Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, heitir á donsku myndugleikarnar um, at kanadiski-amerikanski umhvørvisaktivisturin Paul Watson ikki verður útflýggjaður til Japan.

Tað boðar forsetaskrivstovan frá sambært fronsku tíðindastovuni AFP.

Paul Watson er varðhaldsfongslaður í Grønlandi til 15. august, tá tað á rættarfundi verður avgjørt, um hann skal útflýggjast til Japan.

Watson, sum er 73 ára gamal, er ein av stovnarunum av Greenpeace og umstríddur aktivistur. Í 2010 gav Japan út handtøkuboð um hann í sambandi við eina hending í Antarktis, har Watson blandaði seg uppí, meðan japanskir hvalaveiðarar arbeiddu.

Í fráboðanini frá Macron sæst, at hann "fylgir væl við støðuni" og er í sambandi við danskar myndugleikar.

Í Fraklandi er online undirskriftainnsavning á netinum, sum krevur, at Watson verður leyslatin, fingið 388.000 undirskriftir.

Watson varð handtikin í Grønlandi sunnudagin.

Grønlendska løgreglan hevur upplýst, at tað er danska løgmálaráðið, sum ger av, um umhvørvisaktivisturin skal burturvísast ella ikki.

 

/ritzau/