Madeleine McCann: Hava funnið nýggj spor

Tíðindamiðlar skriva, at tað, sum løgreglan nú hevur funnið, er sent til rættarlæknaligar kanningar.

Løgreglan í Portugál hevur í nakrar dagar leitað eftir bretsku smágentuni, Madeleine McCann:, sum hin 3. mai í 2007 sporleyst hvarv í frítíðarbýnum, Praia da Luz.

 

Ein týskari, Christian Brueckner, sum situr fongslaður fyri ymiskar brotsgerðir, hevur leingi verið undir illgruna, og hann ferðaðist á hesum leiðum ta tíðina, tá smágentan hvarv.

 

Seinastu dagarnar hevur verið leitað í einum vatni innanfyri eina byrging, og seinnapartin í gjár helt leitingin uppat. 

 

Nú veit Daily Mail frá portugisisku ávísini, Correio da Manha, at siga, at løgreglan hevur funnið viðkomandi spor. Tískil gekk leitingin eisini fyri seg á ávísum staði í vatninum.

 

Tíðindamiðlar skriva, at tað, sum løgreglan hevur funnið, nú er sent til rættarlæknaligar kanningar. Granskarar vænta, at fyrstu úrslitini verða klár longu í næstu viku.

 

Tað veit portugisiska ávísin, sum Daily Mail endurgevur, at siga. Hinvegin kann tað taka mánaðir, áðrenn endaligu úrlitini frá kanningunum fyriliggja.

 

Týskarin, sum er undir illgruna og sum í løtuni situr í fongsli, Christian Brueckner, hevur alla tíðina sagt, at hann hevur einki við McCanns-málið at gera.

 

##med2##